Grikskir myndugleikar upplýsa í dag, at leivdir eru funnar av flogfarinum, ið hvarv yvir Miðjarðarhavinum gjáranáttina.
- Fyri eini løtu síðani fingu við at vita frá egyptiskum myndugleikum, at leivdirnar frá einum persóni, eitt setur og viðføri er funnið sunnanfyri staðnum, har flogfarið misti signalið, segði Panos Kammeno, grikski verjumálaráðharrin, á tíðindafundi fyrr í dag.
Enn vita myndugleikarnir ikki serliga nógv um hvat hendi gjáranáttina, tá flogfarið, MS804, brádliga hvarv á ferðini frá París til Kairo.
Í løtuni verður sum vanligt nógv orka løgd í at finna teir svørtu kassarnar, ið kunnu avdúka hvat hendi gjáranáttina.
- Tað týdningarmesta er, at teir báðir svørtu kassarnir verða funnir. Um upptøkurnar frá flogskiparaklivanum og kassin, ið skrásetur upplýsingarnar um ferð og kós hjá flogfarinum, verða funnir, saman við vrakinum, so kunnu tær veruligu kanningarnar byrja, sigur Athanasios Binis, grikski kanningarleiðarin, við bretska blaðið the Guardian.
Mett verður, at flogfarið datt niður í Miðjarðarhavið um hálvgum trý tíðina lokala tíð. 56 ferðafólk og 10 starvsfólk vóru umborð á flogfarinum tá tað datt niður.