Talan er um »AXA Fibersund Original«, sum ávarað verður ímóti. Tað verður annars ført fram sum eitt, ið er sunt at eta, men orsøkin til ávaringina er, at í tveimum sendingum av hesi vøru eru smá pettir av hvítum gummi funnin í nøkrum pakkum. Talan er um gummii av eini maskinu, sum verður brúkt til at gera hetta slagi av morgunmati.
Talan er um »AXA Fibersund Original« har Nnettovektin er 375 gramm og har merkingin sigur, at tað er best fyri 18. oktober í 2018 og 19. oktober í 2018. EAN strikukotan er: 5701869701026
Heilsufrøiliga Starvsstovan sigur, at tá ið gummipetti eru funnin í vøruni, er hon ikki mannaføði og tí er best at tveita hana burtur, ella at lata hana inn aftur í handilin, haðani hon er keypt.