Hava funnið glaspetti í vælumtóktari pastasós

Nú verður ávarað ímóti eini vælumtóktari pastasós, sum eisini hevur verið at fáa í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av pastasós, sum eisini hevur verið at fáa í føroyskum handlum.

 

Talan er um Pastasauce Classico, 500 g frá Gestus. Talan er um glaskrukkur og orsøkin til ávaringina er, at glaspetti eru funnin í sósini.


Talan er um sós, sum er gjørd 23. mars í ár og er merkt at halda sær til í minsta lagi 23. mars í 2020. Ean strikukokan er 5701410369576.


Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at fær ein glaspetti í seg við sósini, kann tað skaða tenninar, munnholuna, svølgrúmið og vælindi, og tískil eru hyggjuráðini at tveita hesa ávísu pastasósina burtur, ella at lata hana aftur til handilin, haðani hon er keypt.