Hava funnið glas ella plast í góðgæti

Fleiri sløg av stengrum skulu takast av hillini

Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga starvsstovan ímóti ymiskum vørum, ið eru ætlað til matnað.

 

Hesaferð er talan um ymisk sløg av góðgæti av tí slagnum, sum eitur Go´e Stænger við Chokofant, og orsøkin til ávaringina er, at eitt lítið petti av glasi, ella plasti, er funnið í eini stong.

 

Góðgæti við glasi, ella plasti, er ikki hóskandi at eta og fyri at binda um heilan fingur, verða fleiri sløg, har illgruni kann vera um, at glas, ella plast, eisini vera í, tikin av handilshyllunum.

 

Men eru tað fólk, sum liggja inni við hesum góðgæti, skulu tey lata vera við at eta tað, men beina tað burtur, ella lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt.  

 

 Tær vørur, sum ávarað verður ímóti, og sum eru afturkallaðar, eru:

 Go’e Stænger Chocofant, 5 stk. 125g

Go’e Stænger Original Hit, 5 stk. 129g

Go’e Stænger Karamel Kick, 5 stk. 125g

Go’e Stænger Klassisk Mix, 5 stk. 129g

 

Talan er um tær stengurnar, har haldførið er í døgunum frá 14. juni 2017 til 25. juli 2017.