Norska oljumálaráðið sigur, at StatoilHydro hevur funnið gass í einum brunni norðanfyri Norðkapp Í stutta tíðindastubbanum, sum kann lesast á heimasíðuni hjá FiskeribladetFiskaren, stendur, at brunnurin, har StatoilHydro hevur funnið gass, er 16 sjómíl norðanfyri Norðkapp. Aðrastaðni í sama greinastubba stendur, at brunnurin er funnin 160 kilometrar norðanfyri Norðkapp.
Sambært norska oljumálaráðnum er í hvussu er greitt, at felagið hevur funnið gass í Barentshavinum, og at hetta er fyrsti kanningarbrunnurin í útbjóðingarumfarinum 394, sum bleiv latið í 2006.
Norska oljumálaráðið sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um talan er um rakstrarverdar nøgdir av gassi í brunninum.
Myndin, vit prenta saman við hesum greinastubbanum, er úr FiskeribladetFiskaren.









