Hava funnið fingramerki

Løgreglan hevur funnið fleiri fingramerki, har herverkið fór fram. Hesi eru nú send til Danmarkar til kanningar.

Løgreglan hevur havt úr at gjørt við at kanna málið um herverkið á Tjóðpalli Føroya, og í tí sambandi hevur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, ikki verið til at fingið fatur á. Vakthavandi kundi tó upplýsa fyri Sosialinum, at kanningararbeiðið á staðnum kastaði nøkur fingramerki av sær, sum nú eru send til kanningar í Danmark. Roknast kann ikki við, at úrslitini vera tøk fyrr enn um seks vikur. Hetta kemst av at talan eisini er um eina roynd at finna DNA.
Vandi er fyri, at fingramerkini ikki eru tey hjá gerningsfólkunum, men hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd á tjóðpallinum.
Týsdagin gjørdi løgreglan víðari kanningar og spurdi seg eitt nú fyri hjá fólki í grannalagnum, um tey høvdu sæð eitthvørt óregluligt. Politistøðin í Tórsavn frættir fegin frá fólki, ið hava varnast eitthvørt illgrunakent í tíðarbilinum sunnukvøld kl.20.30 til mánamorgun kl.7 á økinum við Tjóðpall Føroya í Tórsgøtu. Politistøðin í Tórshavn hevur tel. 35 14 48.