Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti eini sending av appilsinum, sum hava verið at fáa í handlum í Føroyum. Talan er um appilsinur í neti og orsøkin til ávaringina er, at tað er vandi fyri, at tað er ov nógv av eiturevnum í teimum.
Talan er um Navel appilsinur í netum úr Grikkalandi, har nettovektin er tvey kilo. Lot nummarið er 90 og allir upplýsingarnir síggjast á netinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er staðfest, at tað er ov nógv av eiturevninum, chlorpyrifos í appilsinunum.
Hetta er eitt eiturevni, sum verður brúkt fleiri staðni ímóti flogkyktum, men um okkara leiðir er tað bannað at brúka tað. Chlorpyrifos er undir illgruna fyri at skaða heilan á børnum og foststum og granskarar vísa eisini á, at samanhangur kann vera ímillum chlorpyrifos og ADHD og autismu.
Skuldi onkur ligið inni við onkrum av hesum appilsinunum, eiga at koyra tær í skrell, ella at bera tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.











