Hava funnið ein deyðan persón í húsaleivdunum

Níggju fólk eru framvegis saknað eftir skriðulopið í Gjerdrum í Noreg. Ein persónur er í dag funnin deyður.

Bjargingarfólk hava funnið ein deyðan persón í skriðulopinum í Ask í Gjerdrum í Noreg.

Tað upplýsir norska løgreglan í dag sambært NRK.

Tað er tann fyrsti deyði, sum er funnin í sambandi við skriðulopið.

Tey avvarðandi hava sambært løgregluni ikki fingið boðini enn.

– Vit siga einki um kyn ella aldur, sigur Roy Alkvist, átaksleiðari. Níggju fólk eru framvegis saknað. Talan er um bæði kvinnur, menn og børn.

Skriðlopið hendi tíðliga mikumorgunin.

Norska tíðindastovan NTB skrivar, at tann deyði er funnin í leivdunum av einum av húsunum.

Heilsuverkið í Gjerdrum upplýsir eftir tíðindi um tann deyða, at tey framvegis vóna at finna fleiri fólk á lívi.

Gjerdrum liggur umleið 20 kilometrar í ein landnyrðing úr norska høvuðsstaðnum Oslo.

Fyrr í dag vóru bjargingarfólk send í sjálvt skriðuøkið fyri at leita eftir fólki á lívi. Tað hevur higartil ikki verið gjørligt vegna ótryggu viðurskiftini. Tey hava eisini hundar við sær at hjálpa.

Skriðulopið hendi í einum øki við serligum slagi av leiri, sum er millum annað í Noreg, Svøríki og finnlandi. Tá hetta slagi av leiri kemur undir ov stórt trýst, kunnu henda skriðulop, sum dømi er í Gjerdrum.

Tá leirið kemur undir ov stórt trýst, missir tað styrkina og flýtur sum løgur.

/ritzau/