Tað er nú greitt, at varaborgarstjórin í Runavík, Terje Beinir Vestergaard, fer at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í ár.
Og hann stillar upp fyri Sjálvstýri, so tað er líkt til, at tey nú hava funnið mannin, sum skal avloysa Kára P. Højgaard, sum hevur gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur.
Terje Beinir Bestergaard er 46 ár, býr í Saltangará, er giftur við Birnu, og tey bæði eiga børn saman. Hann hevur verið býráðslimur í sjey ár.
Terje vil hava at føroyski búskapurin skal vera sjálvberandi, og at Føroyar verða frælsar. Og grundarlagið undir tí skal vera kristna siðalæran, har trúarfrælsi, politiskt frælsi og mentanar- og vinnufrælsi verður vart.
Hann vil eisini skumpa undir, at vit fáa meiri grøna orku, og somuleiðis heldur hann, at vit gera ov lítið burtur úr at fáa samgongu og andstøðu at semjast um ymisk mál.











