Meira enn tveir kilometrar niðri í dýpinum í Svartahavinum liggur hetta skipið, sum sæst á myndini, og hetta er bæði eitt serstakt og fasionerandi skip. Fornfrøðingar siga, at hetta er elsta skipsvrak, sum nakrantíð er funnið á havsins botni.
Tað er The Gardian, sum ber hesi tíðindi. Sagt verður, at skipið er 23 metrar langt, og hildið verður, at tað hevur røtur heilt aftur til gamla Grikkaland. Bæði mastur, róður og rógvibenkur sita framvegis júst, soleiðis sum hesi altíð hava gjørt.
- Eg hevði ongantíð væntað, ei heldur hildið tað verið møguligt, at vit fóru at finna eitt so væl varðveitt skip frá oldtíðini á meira enn tveimum kilometra dýpi, sigur professarin, Jon Adams, sum starvast hjá Black Sea Maritime Archaeology Project (MAP).
- Hetta fer at broyta myndina av tí, vit hava skilt við skipasmíði og sjóferðslu í oldtíðini. Hildið verður, at hetta er eitt handilsskip, sum vit áður bert hava sæð teknað á krukkum, sigur professarin.
Liðið av granskarum, sum hava funnið skipið, eru samd um at lata skipið liggja í dýpinum. Tó hava tey tikið onkur petti av skipinum upp fyri at royna at staðfesta aldurin. Skipspettini hava staðfest, at hetta er elsta skipsvrak, sum mannaættin veit um.
Seinni í hesi vikuni fer Black Sea MAP á eini ráðstevnu í London, nevnd Wellcome Collection, at almannakunngera tað, sum higartil er vorðið kent um elligamla skipsvrakið í Svartahavinum.