Hava fult álit á leiðsluni í Faroe Seafood

Nýggja nevndin í Faroe Seafood við Inga Højgaard sum formanni hevur fult álit á sitandi leiðslu felagsins

FAROE SEAFOOD

Alt bendir á, at dagliga leiðslan í Faroe Seafood eisini verður sitandi eftir ársaðalfundin í felagnum í síðstu viku.
Ingi Højgaard, nýggjur nevndarformaður, sigur í stuttari viðmerking í dag, at ongar broytingar eru farnar fram í leiðslu felagsins eftir aðalfundin.
Spurdur, um stjórin, Meinhard Jacobsen, verður sitandi sum stjóri í Faroe Seafood, sigur Ingi Højgaard, at tað verður hann.
- Her eru ongar broytingar farnar fram, og vit hava fult álit á leiðsluni í felagnum, sigur hann.