Hava fult álit á Brendan Rodgers

Eigarnir hjá Liverpool FC hava fult álit á høvuðsvenjaranum

- Brendan Rodgers fær sparkið, og Jürgen Klopp, núverandi venjari hjá Borussia Dortmund í Týsklandi skal taka yvir høvuðsvenjarastarvið í Liverpool FC. Hetta stendur at lesa í ymiskum enskum bløðum í dag.

 

Eigarnir av Liverpool FC, Fenway Sports Group siga tó við enska blaðið "The Telegraph", at einki er um hesi tíðindini. Fenway Sports Group hevur fult álit á norðurírska Brendan Rodgers, sum førdi Liverpool til eitt annað pláss í Premier League farna kappingarár. 

 

John Henry frá Fenway Sports Group sigur við The Telegraph: - Eigarnir ivast ikki í dygdunum hjá Brendan Rodgers, sum høvuðsvenjara hjá Liverpool FC, og vit ætla at geva honum tíð at fullføra verkætlanina. 

 

Stuðulin frá Fenway Sports Group leggur tó ikki ein dempara á stóra kritikkin frá nógvum bretskum fótbóltsserfrøðingum, sum hava givið Brendan Rodgers harðan kritikk fyri ta ringu byrjanina hjá Liverpool í Premier League.