Gambisku tvíburarnir, sum í novembur søktu um friðskjól í Føroyum, hava enn ikki fingið svar frá donskum myndugleikum.
Tær báðar genturnar, sum nú eru 15 ára gamlar, søkti í fjør vetur um friðskjól í Føroyum, tí ætlanin er at gifta aðra burtur til ein eldri mann og umskera hina, tá tær koma aftur til Gambia. Tær komu til Føroya at vitja bróður sín, sum býr í Føroyum.
Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini á løgreglustøðini, sigur, at umsóknin er beind víðari til avvarðandi myndugleikar í Danmark og haðani verður enn bíðað eftir einum svari.
Meðan málið verður avgreitt, vera genturnar verandi í hjá familjuni í Føroyum.