Hava framleitt heimsins størstu trollemmar

Føroysk framleiðsla hevur tað gott og nú er eisini ein dygdargóð vøra á heimsmarknaðinum, ið enntá hevur sett heimsmet. Talan er um virkið Injectordoor í Vági, ið hevur framleitt størstu trollemmar í heiminum

 

 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Injectordoor í Vági hevur langt síðani rist navn sítt fast á heimsmarknaðinum við sínum serstøku og orkusparandi trollemmum.


                 Hetta er føroysk dygd, føroyskt ment huskot og føroysk framleiðsla.


                 Men virkið eigur nú ikki bert eina serstaka vøru at bjóða, sum altjóða marknaðurin hevur eyguni eftir.


                 Virkið hevur nú eisini eitt heimsmet.


 <o:p></o:p>


Heimsmet


                 Í september 2001 framleiddi Injectordoor teir størstu trollemmarnar, ið nakrantíð eru framleiddir. Og harvið er hetta heimsmet, sum sligið eisini verður fast á heimasíðuni hjá virkinum.


                 Talan er um trollemmar, ið eru 19 fermtarar til støddar og teir viga 6500 kg hvør.


                 Trollemmarnir eru framleiddir til norska rækjutrolaran Remøy. Hetta er stórur bátur, ið roynir við sonevndum trible-troli.


                 Og føroysku trollemmarnir munnu hava roynst væl, tí nú er næsta sett ávegis til Remøy. Sostatt er henda metvøra ikki bert eitt met, men ein vøra, ið roynist væl.


                 Næsta sett hevur sæð dagsins ljós og skuldi ætlandi verða liðugt í gjár, fyri síðani at leggja leiðina til Noregs, har væl nøgdir kundar spentir bíða eftir føroysku dygdarvøruni.


 <o:p></o:p>