Í gjár loysti tvíkiljan, Emerald, av Fuglafirði og setti kós móti Tórshavn har hon verður hiva umborð á Hav Streym og síðan frakta til Lerwick í Hetlandi, har hon verður handað eigarunum Cooke Aquaculture Scotland. Emerald er tann seinna av tveimum tvíkiljum, sum Cooke Aquaculture Scotland hevur bílagt frá KJ á Kambsdali.
Talan er samstundis um 40 nýbygningin, ið fyritøkan á Kambsdali hevur gjørt síðani 1999. Í løtuni er fyritøkan í holt við nýbygning nummar 41 og 42.
Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, sigur at eftirspurningur eftir tvíkiljunum hjá KJ er stórur, bæði í útlondum og í Føroyum.
- Tann føroyska alivinnan hevur tikið sera væl ímóti okkara tvíkiljum frá fyrstan tíð av. Vit eru nú ígongd við nýbygning nr. 42 síðan 1999. Tær flestu tvíkiljurnar eru farnar til føroyskar alifyritøkur. At tað gongur væl í føroysku alivinnuni ger eisini tað, at útlendskar alifyritøkur hyggja eftir hvørja útgerð føroyingar brúka, og tann ágóðan fáa vit so nú, sigur Ólavur Asafsson Olsen.










