Hava forðað næstan 100 yvirgangsatsóknum

Ovastin í amerikansku samveldisløgregluni FBI sigur, at amerikansku fregnartænasturnar hava avdúkað og forðað næstan hundrað yvirgangsatsóknum síðani 11. september í fjør.

Hóast Robert Mueller, FBI-ovasti hevur eina røð av ætlaðum yvirgangsatsóknum, sum vórðu avdúkaðar, ávarar hann samstundis um, at vandin er als ikki av.

-Tað eru framvegis fleiri yvirgangsmenn í USA, og vit fara at halda fram við bardaganum, til vit hava vissu fyri, at eingin í al-Qaeda kann gera okkum skaða longur, sigur Robert Mueller.

Sambært FBI-ovastanum eru tær ymsu fregnartænasturnar vorðnar dugnaligari at samstarva og at útgreina upplýsingar, samstundis sum fongslaðir limir í al-Qaeda hava latið myndugleikunum týðandi upplýsingar. Hetta hevur eisini havt við sær, at fleiri amerikanarar sita fongslaðir skuldsettir fyri at hava havt ætlanir um yvirgang.

Sambært Robert Mueller hava myndugleikarnir millum annað avdúkað fleiri ætlanir um at søkja at skipum ymsastaðni í heiminum, men hann vil ikki siga meiri um hesar avdúkingarnar.

FBI-ovastin er serliga fegin um, at tað eydnaðist at taka amerikanaran Abdullah al Mujahir, sum sambært amerikansku myndugleikunum hevði lagt eina ætlan um eina ógvusliga atsókn ímóti USA. FBI sigur, at ætlanin var at søkja at einum amerikanskum máli við geiðslavirknum evnum. Men álopið varð av ongum, tí ætlanin varð avdúkað. FBI sigr seg eisini hava avdúkað yvirgangsbólkar í býunum Portland, Seattle og Lackawanna.

Kortini heldur amerikanska samveldisløgreglan, at tað framvegis eru umleið 200 fólk í USA, sum kunnu roknast sum møguligir yvirgangsmenn ella stuðlar hjá yvirgangsfelagsskapum.