Hava fingið trygdarhjálp úr Danmark

Um ein lítlan mánað verður tónleikatiltakið Voxbotn í Vágsbotni í Havn, og fyrireikingar eru tí komnar væl áleiðis. Hetta vikuskiftið hava vaktir hjá Voxbotn verið á skeiði í trygd, har teir hava fingið undirvísing í, hvussu teir skulu handfara ymiskar støður, sum koma í, tá nógv fólk koma saman.

Fyrireikararnir siga, at trygdin altíð verður sett í hásæti, og tí hava teir fingið Rami Ezzeddine frá SecuriGroup í Danmark til Føroyar at halda eitt tveir daga skeið fyri vaktum, ið skulu arbeiða á Voxbotn í ár. Rami Ezzeddine frá SecuriGroup hevur sera nógvar royndir frá stórum festivalum og størri tiltøkum í Danmark og undirvísir í hesum.

Nógvir av vaktunum í Føroyum eru sjálvbodnir og umboða íttróttarfeløg. Hesir eru flest allir sjálvlærdir, men nú hava teir so fingið eitt skeiðsprógv í tí, sum verður kallað Crowd & Safety. Umframt umboð fyri ítróttarfeløgini, sum Voxbotn brúkar til vaktir, vóru eisini umboð fyri vakt.fo við á skeiðinum.

– Luttakararnir lærdu nógv og siga, at hetta var sera gevandi og tiltongt. Teir eru nú munandi betur brynjaðir til stóru fjøldina á Voxbotn, sum verður leygardagin 27. juni, siga fyrireikararnir.