- ES hevur fingið trygd fyri, at USA ikki fer at ganga við til viðurskifti, sum stríða ímóti áhugamálum hjá Evropa ella Ukraina.
Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, sum luttekur á toppfundi í Brüssel.
Hon vísir á, at tað er amerikanski uttanríksráðharrin, Marco Rubio, sum hevur givið hesi boð á toppfundinum í dag.
Tað eru uttanríkisráðharrarnir í Nato-londum sum fundast.
- Toppfundurin snýr seg um royndirnar hjá USA at fáa í lag eina vápnahvíld í krígnum millum Russland og Ukaina, veit NRK at siga.