Hava fingið streymin aftur í Klaksvík

Eftir at ein bilur rendi á eitt SEV-skáp á Heygavegnum í Klaksvík mistu húsini í grannalagnum streymin

 

Um fýratíðina fingu tey streymin aftur í Klaksvík. Tey mistu streymin har í grannalagnum, tá ein bilur rendi á eitt SEV skáp á Heygavegnum.

 

Eingin fólkaskaði hendi, upplýsti løgreglan.

 

SEV arbeiddi á staðnum og upplýsti, at teir fóru at arbeiða har í nakrar tímar í nátt. Í hesum sambandi skuldi Heygavegurin gravast av, so nakað av larmi fór eisini at verða á staðnum. 

Ferðslan varð ikki tarnað.

 

Men nú er sum sagt arbeiðið liðugt, at øll hús hava fingið streymin aftur, upplýsir løgreglan.