Hava fingið stóran skaða

Eldur kom í eini hús á Velbaðstað í morgun

Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Velbastað. Løgreglan sigur, at talan er um eini hús Niðri á Støð áVelbastað. Sløkkiliðið og sjúkrabilar vórðu sendir á staðið. Fólk vóru í húsunum, men tey sluppu út og løgreglan sigur, at onkur er farin á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.

 

Sløkkiliðið er ikki liðugt nú klokkan 8.40 í morgun, men løgreglan sigur, at tað skilst, at húsini hava fingið stóran skaða.