Hava fingið nýggjan leiðara

Hann hevur drúgvar royndir í samskiping og umsiting, og hevur eisini tónlistarliga útbúgving

Sjóvar kommuna hevur sett Ásbjørn Berthelsen í starv sum musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla.

 

Ásbjørn er 46 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla og hevur verið lærari tey flestu árini síðani. Seinastu tvey árini hevur hann tikið tónleikaútbúgvingina "Master in Innovative Choir Leading" á Royal Academy of Music Denmark í Aalborg, har hann fekk prógvið í summar.

 

Ásbjørn hevur drúgvar royndir í samskipan og umsiting. Í tónleikaheiminum kenna vit hann einabest sum kórleiðara í gospelkórinum VOX. Tó so hevur kórleiðarin fleiri aðrar tónlistaligar varðar at vísa á. Harumframt er hann eisini kendur í undirhaldsvinnuna, har hann javnan upptraðkar og skemtar fyri bæði børnum og vaksnum. 

 

Musikkleiðarastarvið er eitt kvarttíðarstarv og tað er nógv meiri enn tað plagdi vera, men kommunan sigur, at hetta er fyri at vísa, at hon vil stuðla arbeiðnum at ríka um tónleikaravirksemið. Og har er musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónlistaligu evnini hjá ungu spírum okkara. Ásbjørn tekur yvir sum musikkskúlaleiðari eftir Petur Jákupsson, sum gavst sum leiðari í 2020. Ásbjørn tekur við starvinum 1. august 2022.

 

Í Stranda Musikkskúla ganga einir 40 næmingar. Undirvíst verður í ljóðførunum: Klaver, gittar, slagljóðføri, tvørfloytu og klarinet.