Hava fingið nýggjan formann

Tað var avtalað, at teir skuldu verða formaður í tvey ár í part

Tórbjørn Jacobsen, vinstrumegin, er nú formaður, og Heðin Mortensen er næstformaður

Kommunufelag Føroya hevur fingið nýggjan formann. Tá ið nevndin í felagnum skipaði seg eftir seinasta kommunuval, varð avgjørt at Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn, skuldi verða formaður tey bæði fyrstu árini í valskeiðnum og at Tórbjørn Jacobsen, borgarstóri í Runavík, skuldi verða næstformaður.

 

Men tað varð eisini avtalað, at tey bæði seinnu árini skuldu teir býta um, so at Tórbjørn Jacobsen skuldi verða formaður og Heðin Mortensen skuldi verða næstformaður. Og í dag er hendan avtalan so sett í verk.

 

– Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunurnar standa saman og leggja seg eftir at tala við einari rødd, sigur nýggi formaðurin í tíðindaskrivi í samband við formansskiftið.

 

Heðin Mortensen sigur, at Kommunufelagið hevur loyst fleiri stórmál hesi bæði árini seinastu árini. Her hugsar hann serliga um, at tey hava fingið lagt fastar karmar um framtíðina hjá SEV, sum er ein heilt avgerandi kommunalur felagsskapur fyri okkum øll.

 

– Somuleiðis hava vit tikið málið um óljóð frá skipum í álvara og gjørt eina felags reglugerð, sum er munagóð og sum allar kommunur fylgja, sigur hann.

 

Tórbjørn Jacobsen, vinstrumegin, er nú formaður, og Heðin Mortensen er næstformaður