Hava fingið nýggjan aðalskrivara

Hann fer frá Reyða Krossi til Megd

Myndin er av heimasíðuni hjá Megd

Tann fyrsta juni í ár fær Megd nýggjan aðalskrivara. Megd er landsfelagið hjá teimum, ið bera brek og tilsamans eru tað 24 feløg við yvir 3000 limum, sum mynda Megd.  Og tann fyrsta juni verður tað Bárður Atlason Ísheim, sum tekur við starvinum sum aðalskrivari hjá Megd, sigur felagið á heimasíðu síni.

 

Hann tekur við starvinum eftir Jónvør Christiansen sum hevur verið aðalskrivari hesi seinastu fýra árini. Bárður hevur útbúgving í altjóða løgfrøði á universitetinum í Aberdeen. Sum ein part av útbúgvingini skrivaði hann høvuðsritgerð um altjóða búskaparlig og sosial mannarættindi í Føroyum.

 

Hesi seinasta tíðina hevur hann verið dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya. Har hevur hann vunnið sær hollar royndir og vitan um hjálpararbeiði og samstarv við sjálvboðin, nevnd, myndugleikar og stovnar, sigur Megd.

 

Eisini hevur hann har havt ábyrgd fyri verkætlanum og alt hetta hevur givið honum eitt gott samfelagsligt innlit og góðar førleikar at samskipa, sigur Megd.

 

Myndin er av heimasíðuni hjá Megd