Hagstovan hevur í dag kunngjørt tølini fyri avreiðingarvirðið av feskfiskaveiðuni – frároknað – uppisjóvarfisk fyri fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tølini vísa eina hugaliga gongd, har samlaða virðið er økt við 29%. Úr 472 upp í 608 mió kr.
Størsti vøksturin stavar frá botnfiskinum. Avreidda nøgdin av botnfiski er økt 3%, men virðið av veiðuni er økt 69 mió kr. ella 26%. Serliga munar toskurin væl í samanteljingini.
Eisini eru bæði nøgd og virði av flatfiski og øðrum fiskasløgum økt, meðan talan hinvegin er um minkin í nøgd og virði av skeljadjórum, rognum, sili og livur.