Hava fingið ein nýggjan nevndarlim

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund

 

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund og har var eisini nevndarval á skránni. Og úrslitið var, at tey fingu ein nýggjan nevndarlim, tað er Marnar Fríheim Kristiansen, sum er nývaldur í nevndina fyri Johan Poulsen, sum ikki stillaði upp aftur.

 

Annars er nevndin óbroytt og hon hevur skipað seg soleiðis, at Durita Tausen er afturvald til forkvinnu, Magnus Magnussen heldur fram sum næstformaður og annars er Anna Kristina Joensen kassameistari. Hini í nevndini eru Olga Kristina Hansen og Marnar Fríheim Kristiansen, ið er nývaldur og kom inn fyri Jóhan Poulsen, ið ikki stillaði uppaftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.

 

Á myndini er nýggja nevndin, frá vinstru: Olga Kristina Hansen, Magnus Magnussen, Marnar Fríheim Kristiansen, Durita Tausen og Anna Kristina Joensen.