Í Runavík hugsa tey stórt, øgiliga stórt.
Síðani oljuboripallurin, West Hercules, kom á Runavík til umvælingar, hava tey fingið blóð upp á tonnina eftir meiri.
Men tað er ein stórur bági, at tað ikki ber til at leggja oljuboripallar at bryggju i Runavík.
West Hercules lá á fjørðinum ta tíðina, hann varð umvældur, men tað førir stórar eykaútreiðslur við sær í sambandi við hjálparskip, veitingarskip og flutning ímillum land og boripall.
Upplýst varð á borgarafundi í Runavík í gjárkvøldið, at slík hjálparskip kosta 200.000 – 300.000 krónur um dagin.
Tískil eru tey í Runavík farin at hugsa um at gera eina atløgubryggju í Runavík, har poljuboripallar kunnu leggja at og bindast.
Tað var Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Runavík, sum reisti spurningin á borgarafundinum, um nøkur ætlan er um at gera eina atløgubryggju á fjørðinum til oljuboripallar, so at teir kunnu liggja við bryggju ímeðan teir verða umvældir.
Hann sigur, at hann hevur fingið fyrispurningar um hesi viðurskifti. Hann sigur, at dýpið við eina slíka bryggju skal vera 20 metrar, men so skulu eisini pullartar gerast á landi.
Arnfinn Langgaard, formaður í vinnu- og havnanevndini, sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um hetta, men at tað er ein tørvur, sum væl kann stingast upp.
Hann nevnir, at í næstum skal støða takast til, hvat grótið úr Eysturoyartunlinum skal brúkast til og hetta kundi verið eitt endamál at brúk grótið til.
- Verður hetta neyðugt, taka vit tað við í langtíðarætlanini, leggur hann afturat.
Tórbjørn Jacobsen, havnafúti, og býráðslimur í Runavík, sigur, at hetta er ein spurningur, arbeitt verður við.
Tað er ikki til viðgerðar í politisku skipanini, men Runavíkar Havn og Skipasmiðjan, Mest, eru í samskifti um, hvussu tað ber til at gera eina atløgubryggju til ein oljuboripall.
Men hann ásannar tað, at tað er eitt stórt tak at fáa dýpið niður á 20 metrar og pullartarnir verða eisini risastórir, tí teir skulu heilt upp á 250 tons.
- Málið er á fyrireikandi stigi og í næstum verður verður fundur ímillum serkøn oljufólk um, hvat ið krevst av einum slíkum verklagi, tekur kommunustýrið avgerð um at fara undir tað, sigur Tórbjørn Jacobsen.