Hava fingið væl burtur úr í Brússel

Fyri fyrstu ferð er Kovin í Sandavági við á stóru evropeisku fiskavøruframsýningini European Seafood Exhibition í Brússel, og stjórin á Kovanum, Ari Thomassen, letur væl at úrslitinum higartil.

Talan er um 13. útgávuni av stóru fiskavøruframsýningini, og føroyingar hava øll árini tikið lut á framsýningini. Í nógv ár hevur Menningarstovan staðið fyri einum felags bási hjá flestu føroysku luttakarunum, og soleiðis er eisini í ár. Ein av føroysku luttakarunum er Kovin úr Sandavági, sum fyri fyrstu ferð er við.

Havi fingið fleiri sáttmálar
Ari Thomassen, stjóri á Kovanum, lat væl at framsýningini, tá ið vit høvdu hann í telefonini úr Brússel mikudagin.
- Tað hevur gingið heilt væl. Áhugin fyri teimum føroysku vørunum hevur verið stórur, og nógvir keyparar hava sýnt vørunum hjá okkum áhuga, sigur Ari Thomassen.
Spurdur um tað eru nakrar ávísar framleiðslur, ið útlendsku keypararnir hava sýnt áhuga, sigur Ari Thomassen:
- Tað er eitt sindur av eftirspurningi eftir rækjum, og eisini eitt sindur eftir rognunum. Men tað hevur eisini verið rættuliga stórur áhugi fyri toskalivur, men har er trupulleikin tann, at vit hava alt ov lítið av rávøru, greiðir Ari Thomassen frá í telefonini úr Belgia.
Stjórin á Kovanum sigur, at tað er komnir nakrir sølusáttmálar í lag burtur úr mongu vitjanunum á føroyska básinum, og hann fegnast um úrslitið higartil, sum hann sigur verða betur enn væntað. Ari Thomassen sigur eisini, at tað hevur verið rættuliga fitt av fólki á vitjan á føroyska básinum og hugt at føroysku vørunum. Fleiri av hesum hava eisini fingið kunning um føroysku fyritøkurnar, og vónandi spyrst okkurt burtur úr hesum eisini.