Tað er rættiliga nógvur vindur, men løgreglan hevur bara fingið tvær fráboðanir um vindskaðar - og tær eru báðar úr Vestmanna.
Tann fyrra var um at nakrar takplátur vóru tiknar av vindi, og vóru farnar á flog, og onkur teirra hevði eisini rakt ein bil.
Bjarglingarliðið fekk boðini, men tað tók teimum einar tveir tímar at fáa fatur á øllum plátunum aftur.
Seinna fráboðanin var um, at tjørupappið á tekjuni á einum húsið hjá SEV í vestmanna, hevði hug at ríva.
Eftir veðurforsøgnini fer hann at minka vindin nú og seinnapartin verður nógv minni vindur aftur.











