Í gjár, sunnudagin, hevði Havnar Bjargingarfelag, aðalfund, og har varð gjørt av tilnevnda tríggjar av gomlu limunum til heiðurslimir.
##med2##
Tað eru teir tríggir, Edvard Kjeld, Heini Eysturoy og Jens Hansen sum eru tilnevndir heiðurslimir fyri teirra trúgvu og drúgvu tænastu fyri Havnar Bjargingarfelag.
Á aðalfundinum varð nýggj nevnd vald, og beint aftan á skipaði hon seg við Eyðbjørg Højgaard sum forkvinnu og Sáru Eysturoy sum næstforkvinnu. Sára var annars forkvinna til aðalfundin í gjár.
Í nevndini eru eisini Daniel Dahl-Olsen, Sørin Aagaard og Magni á Deild Olsen nevndarlimir. Eykalimir eru Edvard Kjeld, Michael Thomsen, Heini Eysturoy og Christoffer Lützen. Jens Hansen er skrivari og Eli Lyngvej Larsen er kassameistari.
##med3##













