- Tað eru mong húsarhald og nógvir ymiskir stovnar, sum velja føroysku vørurnar, og nú kann so eisini brúkarin, sum kanska líður av ovurviðkvæmi, keypa og brúka okkara uppvask, hondsápu og upp-og-niður vask.
Tað sigur Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux, sum er framleiðari av ymiskum reingerðarevnum, og sum nú hevur fingið eina serliga umhvørvisgóðkenning á nøkrum av sínum gerandisvørum.
Í mong ár hevur sitrónuppvask, sum er at finna í flestu húsarhaldum í Føroyum, verið eitt av flaggskipunum hjá fyritøkuni, men Kemilux hevur eisini nógvar aðrar vørur, sum eru høgt í metum, bæði her heima og uttanlands.
- Vit hava nú fingið svanamerki og astma-og allergimerki á uppvaskið, hondsápuna og upp-og-niður-vaskið. Hetta eru vørur við ongum liti og ongum anga, sum annars eru somu vørur, ið tær, sum hava lit og anga.
Ein av uppgávunum hjá Jóhonnu Zachariasen, sum hevur starvast á Kemilux í 16 ár, er at taka royndir av framleiðsluni, sum Dávur Restorff Hansen, framleiðsluleiðari, stendur fyri. Her verður eitt nú kannað, um framleiddu vørurnar standa mát við tað, sum sagt verður í vørulýsingini.
Arbeiðið hjá góðskuleiðaranum spennur víða, og nú arbeitt hevur verið fyri at fáa svanamerki og astma-og allergimerki, er hetta ikki nakað, sum hendi frá degi til dags.
- Nú vit hava fingið hesa umhvørvismerking, og fyrstu vørurnar koma á marknaðin í dag, kemur Kemilux eisini at standa enn sterkari sum útbjóðari til vask og reingerð - eitt nú innan eldraøkið, skúlar og barnarøkt.
##med2##
Góðskuleiðarin vísir á, at tað eru mong húsarhald og nógvir ymiskir stovnar, sum velja føroysku vørurnar, og nú kann so eisini brúkarin, sum kanska líður av ovurviðkvæmi, keypa og brúka hesar vørur.
Jóhanna Zachariasen heldur, at sjálvandi eigur ein fyritøka sum Kemilux eisini at venda sær til tilvitaða brúkaran, sum ikki ynskir anga og lit.
- Vit fara tó framvegis at hava vørurnar við liti og anga í okkara konsepti, tí tey eru eisini mong, sum ynskja, at tað angar, tá vaskað verður, leggur góðskuleiðarin aftrat.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er vinnutema um framleiðslu og vinnu í Havn, og her er eisini ein størri frásøgn um framleiðsluvirksemið hjá Kemilux, sum er ein trúgvur og drúgvur veitari av reingerðarevnum, bæði til húsarhald, stovnar og vinnulív.
##med3##