Tað var rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt og nakrar ferðir hava fólk eisini ringt til løgregluna ávaringum um, at skaðar kundu henda. Í tí liggur, at eingir skaðar vóru sum so, men talan var um takplátur, byggitilfar, og annað, sum feyk í vindinum, ella sum var við at fara og onkustaðni var eitt hegn farið á liðina.
Løgreglan sigur, at fráboðanirnar komu kring alt landið, men støðurnar vórðu kjótt bjargaðar, so tað stóðst eingin skaði av.
Tað er framvegis rættiliga nógvur vindur kring landið, og Landsverk ávarar bilførarar um tað allarmesta av landinum um at vísa varsemi.












