Farna vikuskiftið varð skipað fyri tí fyrsta dómarainstruktørskeiðnum í Føroyum. Skeiðið bleiv hildið í FSF-húsinum í Havn.
Fýra luttakarar vóru til skeiðið, og vóru tað Tummas Pauli Olsen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michaelsen og Rói Jacobsen.
Hetta veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya at siga.
Undirvísari á dómarainstruktørskeiðnum var danin Tore Østergaard frá danska fótbóltssambandinum, DBU. Tore Østergaard hevur í mong ár arbeitt sum starvsfólkastjóri á fleiri donskum sjúkrahúsum, og hevur verið við til at skriva bók um leiðslu. Har afturat hevur Tore Østergaard eisini verið við til at menna dómamaútbúgvingina í Danmark.
Á skeiðnum varð stórur dentur lagdur á undirvísingar pedagogik, brúk av undirvísingaramboðum, tilrættislegging av undirvísing og hvussu ein undirvísing verður gjøgnumførd.
Uppgávan hjá nýggju dómarainstruktørunum verður framyvir at undirvísa og skipa fyri dómaraskeiðum fyri øðrum føroyskum dómarum.
Tilsamans eru nú sjey dómarainstruktørar í Føroyum. Umframt teir fýra, sum farna vikuskiftið fingu prógv, eru Niklas á Líðarenda, Jógvan Jensen (Egga) og Lassin Isaksen eisini dómarainstruktørar.