Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur nú sett Wanju Petersen í starv sum deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.
Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðuni, at Wanja Petersen hevur arbeitt á eldraøkinum í nógv ár. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, hevur Wanja Petersen eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hon hevur leiðsluroyndir á stovnum í Føroyum, men hon hevur eisini leiðsluroyndir í Grønlandi, har hon somuleiðis hevur arbeitt í fimm ár.
Í Havnini er hon serliga kend fyri at hava verið leiðari á Dagtilhaldinum í Havn síðani einaferð í nítiárunum.
Í starvinum skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi, sigur kommunan.
Umframt at vera leiðari á Ellis- og Vistarheiminum, verður Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, og tískil fer hon at hava ein virknan leiklut í royndunum at menna eldraøkið í Norðoyggjum.