Um tað eydnast føroyska fótbóltslandsliðnum at fáa átta stig í hesari HM-undankappingini, so verður tað størsta úrtøkan nakrantíð. Frægasta úrtøkan higartil er í HM-undankappingini í 2000 og í 2001, tá Føroyar fingu sjey stig við tveimum sigrum á Luksemborg og góðum 2-2 javnleiki ímóti Slovenia á Svangaskarði á Toftum.
Tvær ferðir hevur føroyska liðið einki stig fingið í einari undankapping. Fyrru ferð var í HM-undankappingini í 1992 og í 1993, og aðru ferð var í EM-undankappingini í 2006 og í 2007.
Tvær ferðir hava Føroyar fingið eitt stig í undankapping. Tað var í HM undankappingini í 2004 og í 2005, tá tað eydnaðist at fáa ein góðan 2-2 javnleik á útivølli ímóti Kýpros. Og so var tað eisini í EM undankappingini í 2002 og í 2003, tá vit fingu ein góðan 2-2 javnleik ímóti Skotlandi á Svangaskarði á Toftum.
Á einum sinni hava Føroyar fingið trý stig fyri tríggjar javnleikir. Tað var í EM undankappingini í 1998 og í 1999. Í 1999 fingu vit javnleik 1-1 ímóti Skotlandi og javnleik 2-2 ímóti Bosnia Herzogovina. Hetta var á Svangaskarði á Toftum, 5. og 9. juni í 1999. Haraftrat fingu vit javnleik 0-0 ímóti Litava á útivølli.
Tríggjar ferðir hava vit fingið ein sigur og ein javnleik í einari undankapping. Fyrstu ferð var í tí allarfyrstu undankappingini hjá okkum í 1990 og í 1991, tá vit vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona í Svøríki, og spældu javnleik 1-1 ímóti Norðurírlandi á Windsor Park leikvøllinum í Belfast. Aðru ferð var til HM undankappingina í 2008 og í 2009, tá vit fingu javnleik 1-1 ímóti Eysturríki á Tórsvølli, og vunnu 2-1 á Litava á Svangaskarði á Toftum. Triðju ferð var til EM undankappingina í 2010 og í 2011, tá vit fingu javnleik 1-1 ímóti Norðurírlandi og vunnu 2-0 á Estlandi á Svangaskarði á Toftum.
Tríggjar ferðir hava vit fingið tveir sigrar og samanlagt seks stig í einari undankapping. Til EM undankappingina í 1994 og í 1995 vunnu vit 3-0 heima og 3-1 úti ímóti San Marino. Til HM undankappingina í 1996 og í 1997 vunnu vit tvær ferðir 2-1 á Malta, bæði heima og úti. Til seinastu EM undankapping í 2014 og í 2015 skelkaðu vit fótbóltsheimin við at vinna 1-0 úti og 2-1 heima á Grikkalandi.
Um tað eydnast at fáa fulla úrtøku ímóti Andorra og minst tveir javnleikir aftrat verður talan um bestu úrtøku nakrantíð. Vónandi kemur minst ein javnleikur í hús á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45, tá Ungarn er mótstøðuliðið.
Rás2 sigur frá HM-undankappingardystinum ímóti Ungarn. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.10.