Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum lidnum døgverðarætti frá Rema 1000. Talan er um rættin, »Dansk bøf med kartofler, sauce og bløde løg«, sum ávarað verður ímóti, tí nakrir av pakkunum eru skeivt merktir. Í nøkrum av pakkunum, sum eru merktir at verða búffar við sós og leyki, eru ikki búffar, men haraftur ímóti frikadellur við rómasós og reyðkáli.
Talan er um pakkar við 350 grammum í, og sum eru best fyri 26.07.2019. EAN nummarið er 5705830002570. Og orsøkin til ávaringina er, at av tí at talan er um frikadellur og ikki búffar, sum tað stendur á pakkunum, kunnu tað verða mjólk og egg í frikadellunum, hóast tað ikki stendur á pakkanum. Og tað kann elva til eitt herðindi hjá fólki, sum ikki tola mjólk.
Tískil heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum liggja inni við onkrum av hesum pakkunum, um at tveita teir vekk, ella at lata handlingum haðani teir eru keyptir, teir aftur.