Fólk í Hesti hava fingið nýggja vón, tí tey eru sannnførd um, at tað hevur alt at siga fyri tey, at Hestur verður knýtt upp í undirsjóvartunnilin í Sandoy - Vit eru heilt ótrúliga glað.
Tað hevur ligið í kortunum, at tá ið Sandoyartunnilin skulu gerast, skuldi
Hestoy ikki knýtast upp í tunnilin.
Men nú hevur Løgtingið kortini samtykt at kanna møguleikan at knyta Hestoy uppí
Og tað hevur birt nýggja vón í úti í Hesti.
- Tað hevur alt at siga fyri okkum at vit verða knýtt upp í tunnilin, tí verða vit ikki tað, doyr oyggin rætt og slætt út, sigur Sanna Silvurstein, sum er limur í hestnevndini hjá Tórshavnar Býráð við Sosialin í kvøld
Hon ivast ikki í, at tá ið undirsjóvartunnilin er komin, sleppa tey í Hesti ikki at varðveita Teistan, tí hann er ov stórur bara til tað siglingina. So verður eitt minni skip útvegað til siglingina.
- Tað kann væl vera, at tað er dýrt at knýta okkum upp í tunnilin, men vit eiga at hugsa longur framm enn eini 20-30 ár, sigur hon.