Hava fingið eitt nógv betri tilboð

Tá ið pensjonistarnir mistu hølið, fingu tey ístaðin eitt nógv betri tilboð frá kommununi, sigur borgarstjórin á Tvøroyri

Eldraviðurskifti

Tvøroyri: Tað er rætt, at pensjonistarnir hava mist hølið, tey hava verið í. Men afturfyri fingu tey eitt nógv betri tilboð.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, skilir ikki, hví pensjonistarnir eru so vónbrotnir av, at teir hava mist hølið.-sí greinina omanfyri.
?Tað er samtykt í býráðnum, at hereftir skal dagrøktin hava hølið. Men afturfyri hava vit bjóðað pensjonistunum at brúka matarhøllina í skúlanum í Trongisvági ókeypis eitt kvøld um mánaðin, samstundis sum kommunan bjóðar kaffi og kaku og tað eru nógv betri sømdir enn tey høvdu frammundan.
Finnleif Guttesen sigur, at dagrøktin hevur leingi havt tørv á einum høli og í løtuni hevur kommunan onki til taks.
?Tí ætlaðu vit, at pensjonistarnir og dagrøktin skuldu hava hølini í felag. Men veruleikin er, at pensjónistarnir hava verið rættiliga ónøgdir um nógv viðurskifti, so býráðið gjørdi av at taka eina støðu í málinum fyri at sleppa undan áhaldandi trupulleikum.
? Og støðan bleiv so til fyrimunar fyri dagrøktina og tað er ev ymsum orsøkum.
Eitt er, at Dagrøktin hevur átrokandi brúk á hølum. Eitt annað er, at pensjonistarnir hava bert brúkt hølið eitt kvøld um mánaðin. Og kommunan kann ikki hava eini høli, sum bara verða brúkt eitt kvøld um mánaðin og sum síðani skal skulu standa tóm og óbrúkt 29 dagar um mánaðin.
? Men vit sleptu ikki pensjonistunum uppá fjall, tí vit góvu teimum eitt nógv betri tilboð, enn tey høvdu frammanundan.
Finnleif Guttesen sigur, at vilja tey ikki taka av, er tað spell, men tað gerst ikki við.
Hann vísir annars á, at pensjonistafelagið er fyri alla norðaru helvt og hann veit ikki um tað ber til at finna nøktandi høli í onkrari aðrari bygd.
? Í øllum førum hevur kommunan betalt fyri bussin, tá ið pensjonistarnir hava havt fund, so at tey hava ókeypis flutning til fundirnar.
? Og tað kunnu vit framhaldandi gera, hóast tey finna sær onkur onnur høli, tí vit eru altíð til reiðar at stuðla, sigur Finnleif Guttesen.
Men formaðurin í sosialu nevnd í býráðnum, Sverri Midjord, hevur skrivliga lovað teimum at varðveita hølið, til nýtt sambýlið er bygt ella keypt?
? Tað er ikki viðgjørt í býráðnum so tað má standa fyri hansara egnu rokning, sigur Finnleif Guttesen.
Hvussu verður við tí, sum pensjonistarnir eiga, og teimum útreiðslum, tey hava havt, veit hann ikki, men tað málið mugu tey so eisini loysa, sigur hann.
Sverri Midjord sigur, at hann stendur við, at hann lovaði teimum høli. Men tá ið málið kom fyri býráðnum var hann sannførdur um, at tað var ein betri loysn hjá pensjonistunum at fáa matarhøllina.
?Men eru tey misnøgd er ongin ivi um, at vit finna eina loysn og eg havi nú reist málið aftur i býráðnum, sigur Sverri Midjord.
Sí eisini greinina "Gomul á Tvøroyri: Vit eru koyrd á dyr"