Hava fingið eina góða loysn

Útróðrarmenn í Sandoynni eru sera fegnir um nýggju skipanina við avreiðing sum merkir, at teimum ikki longur nýtist at sigla til marknaðin við fiskinum, ei heldur nýtist teimum at koyra longu leiðina inn á fiskamarknaðin á Toftum við veiðini

Útróður

Í eina tíð hava útróðrarmenn í Sandoynni havt eina lagaligari og høgligari avreiðingarskipan, enn teir annars hava havt seinastu árini.
Nú tekur Sandoy Seafood sær av, at menn kunnu goyma fiskin á báðum virkjunum í oynni, til hann fer í traila á gólvsøluna í Sørvági.
Síðan virkini í Sandoynni góvust at keypa útróðrarfisk, hava útróðrarmenn sjálvir verið noyddir at sigla til marknaðin við fiskinum - og í aðrar mátar noyddust teir longu leiðina í bili úr Sandoynni og inn á fiskamarknaðin á Toftum við fiskinum.

Góð skipan
Richard Hentze, útróðrarmaður á Sandi, sigur, at tað mangan kundi taka einar seks tímar frá tí, at teir góvust at fiska, til teir høvdu verið í Miðvági við fiskinum og vóru komnir heimaftur til Sands.
- Koyrdu vit hinvegin fiskin inn á Toftir, reyk ein heilur útróðrardagur.
Hann sigur, at skipanin nú er hon, at tá fiskurin er komin upp á bryggjuna á Sandi ella í Skopun, eru teir púrasta leysir av honum.
- Fólk hjá Sandoy Seafood taka sær av koyringini inn á virkið og ísingini. Tá bilur so kemur úr Sørvági við upsa til virkingar í Sandoynni, taka teir fiskin norður við aftur. Fiskurin verður síðan seldur á gólvinum í Sørvági um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, sigur útróðrarmaðurin.

Spara tíð
Richard Hentze sigur, at allir útróðrarmenn í Sandoynni eru sera fegnir um hesa skipan, sum teir gjalda 70 oyru fyri av hvørjum kilo. Eini 30 oyru fara til Sandoy Seafood, og hini 40 oyruni til flutning.
- Hetta eru vit væl nøgdir við, tí hetta er umleið sami kostnaður, sum vit rindaðu fyri sjálvir at koyra inn á Toftir við fiskinum. Henda skipan lættir nógv um hjá okkum og ger, at okkum nýtist ikki at missa nakran útróðrardag, ei heldur egningardag.
Richard Hentze sigur annars, at væl av fiski hevur verið at fingið í heyst, og hann heldur, at hetta er besta árið til tosk í nøkur ár.
Á seinasta útróðrartúri setti hann 16 stampar og fekk 2.200 pund, meginparturin toskur.