Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava tær føroysku kommunurnar fingið góðar 1,2 milliardir inn á skatti. Tað eru góðar 48 milliónir, ella 4,11 prosent meiri enn tær fingu í sama tíðrskeiði í fjør.
Samstundis hevur landskassin fingið beint yvir eina milliard inn í skatti higartil í ár, og tað eru 68,9 milliónir, ella 7,39 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Hinvegin hava inntøkurnar av kirkjuskatti verið 34 milliónir hesar fyrstu átta mánaðirnar í ár, og tað eru 2,4 milliónir, ella 6,66 prosent minni enn í fjør. Frægari er tað við skattinum av inngjøldunum til eftirlønir, tí inntøkurnar av honum hava verið 229,7 milliónir higartil í ár, og tað eru 8,97 milliónir meiri enn í fjør.