Tilsamans hava pensjónistar fingið 39,3 milliónir krónur meiri í pensjónumi í fyrra hálvári í ár, enn teir høvdu í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum.
Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað hevur ávirkað livikorini hjá pensjónistum, at útgjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað fyrr í ár.
Kristina Háfiss sigur, at fyrra hálvár í ár, vórðu 178,3 milliónir krónur goldnar úr Samhaldsfasta. Í sama tíðarskeiðið í fjør, vórðu vórðu 132,6 milliónir krónur rindaðar úr grunninum
Tað merkir sostatt, at fyrra hálvár í ár, eru 45,7 milliónir krónur fleiri goldnar úr Samhaldsfasta enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Av teimum stava 40,6 milliónir frá, at gjaldið úr grunninum til pensjónistar varð hækkað, og 5,1 milliónir stava frá teirri vanligu hækkingini, sum er hvørt ár.
Kristina Háfoss sigur, at fyrstu seks mánaðirnar í ár, eru 242,2 milliónir krónur goldnar í fólkapensjón. Tað eru 6,4 milliónir minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 248,6 milliónir krónur vórðu goldnar í fólkapensjón
Men tá ið fólkapensjón og gjaldið úr Samhaldsfasta eru tald saman, hava pensjónistar sostatt havt 39,3 milliónir krónur meira at liva fyri fyrra hálvár í ár, enn teir høvdu í fjør.
Tá er bara hugsað um Samhaldsfasta og fólkapensjónina burturav, og ikki um tað, at kringvarpsgjaldið hjá pensjónistum eisini er lækkað, ella um onnur viðurskifti.
Í fjør fingu pensjónistar 3.010 krónur úr Samhaldsfasta um mánaðin, ella 18.060 krónur fyri hvørt hálvár. Í ár er gjaldið úr Samhaldsfasta 3.910 krónur um mánaðin, ella 23.460 krónur fyri hvørt hálvár.
Sostatt hevur ein pensjónistur, sum hevur fulla pensjón úr Samhaldsfasta, fingið útgoldið 5.400 krónur meira úr Samhaldsfasta fyrra hálvár í ár enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør, sigur Kristina Háfoss.










