Sum heild er tað framvegis stór framgongd í Føroyum. Tann seinasta uppgerðin hjá Taks yvir inntøkurnar av skatti í fjør, vísir, at sum heild hava kommunurnar fingið 755,5 milliónir inn í skatti frá januar til mai í ár, og tað eru 29,4 milliónir meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør. Í prosentum er talan um eina hækking upp á 4,05 prosent.
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað hevur hilnast hjá kommunum kring landið. Tilsamans hava 13 av teimum 29 kommununum fingið minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti enn í fjør. Men tað loypur eisini í eyguni av teimum 13 kommununum, sum hava fingið minni inn í skatti, eru tær 10 sunnan fyri Skopunarfjørð.
Allar tær fýra kommunurnar í Sandoy hava fingið minni inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í fjør. Størsta afturgongdin er í Húsavík og í Skopun, har afturgongdin er yvir níggju prosent, men á Sandi og í Skálavík er minkingin undir eitt prosent.
Í Skúgvoy er afturgongdin yvir 10 prosent og av teimum sjey kommunum í Suðuroy, hava tær fimm fingið minni inn í skatti higartil í ár aftur ímóti í fjør. Einastu kommunurnar við Framgongd eru Porkeri, har framgongdin er sløk sjey prosent og Vágur, har framgongdin er sløk tvey prosent.
Hinvegin er størsta afturgongdin í Hovi, har afturgongdin er yvir 10 prosent, men annars er afturgongdin minni, úr einum prosenti upp í góð tvey prosent.
Hinar kommunurnar, sum hava afturgongd, eru Fugloyar, har afturgongdin er nógv størst, tí har er hon yvir 20 prosent, í Hvannasundi er afturgongdin fimm prosent og í Sørvági er mestsum stillstandur, tí har er afturgongdin 0,03 prosent.
Annars hava allar hinar kommunurnar framgongd hesar fyrstu fimm mánaðirnar í ár. Av teimum miðalstóru kommununum er framgongdin serliga merkisverd í Sjóvarkommunu, har tey hava fingið 15 milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað eru 12 prosent meiri enn í fjør.
Annars fingu kunoyingar 2,1 million inn í skatti teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, og tað eru yvir 20 prosent meiri enn teir fingu um sama mundi í fjør. Og á Viðareiði fingu tey seks milliónir inn í skatti frá januar til í mai, og tað eru góð 14 prosent meiri enn í fjør.
Hjá øllum hinum kommununum, eisini teimum stóru, er framgongdin nakað minni, tí hon liggur frá einum góðum prosenti, upp í góð seks prosent.