Hava fingið 126 milliónir krónur fleiri í kassan

Føroysk fiskiskip hava avreitt fyri væl meiri í Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tey gjørdu í fjør


 

Enn gongur tað framá hjá føroyska fiskiflotanum.

Tey nýggjastu yvirlitini yvir fiskiskap og fiskaprísir vísir, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár avreiddu føroysk fiskiskip munandi meiri enn tey gjørdu í sama tíðarsskeiðið í fjør.

Tølini, sum tað her er talan um, er tað, sum skipini hava avreitt til føroyskar fiskakeyparar.

Tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip fisk fyri 746 milliónir til føroyskar fiskakeyparar.

Sama tíðarskeiðið í fjør var avreiðingarvirðið 620 milliónir.

Sostatt er avreiðingarvirðið átta teir fyrstu mánaðirnar í ár 20% hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.

Men tølini vísa eisini, at hesi seinastu árini er avreiðingarvirðið meiri enn tvífaldað.

Í 1994 avreiddu føroysk skip fisk fyri 461 milliónir til føroyskar fiskakeyparar.

Síðani er tað hækkað hvørt ár og í fjør var tað komið upp á 938 milliónir.

Men í august í át er avreiðingarvirðið, sum nevnt, 126 milliónir hægri, enn tað var um somu í fjør, so útlit eru til, at tað fer upp um milliardina í ár.


Størri nøgd- hægri prís

Orsøkin til, at avreiðingarvirðið er so nógv hækkað átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør er bæði, at skipini hava fiskað væl meiri í ár. Men harafturat eru prísirnir eisini blivnir eitt vet betri í ár, enn teir vóru í fjør.

Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør avreiddu føroysk skip 65.698 tons til føroyskar fiskakeyparar.

Sama tíðarskeið í ár hava tey avreitt 7% meiri, ella tilsamans 70.040 tons.

Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár longu avreitt næstan líka nógv til føroyskar fiskakeyparar, sum alt árið í 1994, tí tá var talan um 71.558 tons.

Samstundis eru avreiðingarprísirnir sum heild eitt vet hægri í ár, enn teir vóru í fjør.

Toskurin, sum mest verður fiskað av, er tann ímillum 2-4 kilo, og í september í fjør var prísurin á honum 16,30 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann kvinkaður upp á 16,90 krónur.

Men tað verður eisini fiskað nóv av toski, í næstu støddini, tað er toski ímillum 4-7 kilo. Og eisini á tí toskinum er prísurin hægri í ár, tí í september í fjør var hann 17,49 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann komin upp á 20,26 krónur fyri kilo.

Somuleiðis er prísurin á hýsu, sum tað eisini verður fiskað nógv av, hækkaður nokk so fitt hetta síðsta árið.

Tann størra hýsan er hækkað úr 12,34 krónur fyri kilo í miðal í september í fjør, upp í 15,65 krónur í august í ár. Tann minna hýsan er er hækkað úr 11,59 krónum fyri kilo, upp í 14,46 krónur.

Hinvegin er upsaprísurin, sum mest verður fiskað av, lækkaður nøkur oyru fyri kilo.

Besta prísin yvirhøvur, hevði tann stóru kalvin, tí á honum var miðalprísurin í august í ár 64,23 krónur fyri kilo.