Hava eyðmerkt svenska kvinnu eftir Brússel-bumbu

Meginpartuin av teium 31 deyðu eftir yvirgangsatsóknirnar í Brúsell týsdagin eru nú eyðmerkt.

 

Í gjár var ein svensk kvinna um sekstiára aldur, sum hevur verið saknað síðani Brússel-álopini týsdagin, eyðmerkt. Tað skrivar tíðindastovan TT, sum vísir til upplýsingar frá svenska uttanríkisráðnum.

 

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, harmast í eini fráboðan:

 

– Eg havi í dag við stórari sorg móttikið boðini um, at ein svenskur ríkisborgari er deyður í yvirgangsatsóknini í Brússel týsdagin. Eg syrgi við familjuni og avvarðandi hjá teirri deyðu í hesum sváru tíð, segði hann í fráboðanini.

 

Enn ein svensk kvinna er framvegis saknað eftir álopið.


Les eisini: Sólfinn Hansen: Nú skal eg hava kreppuhjálp

 

– Vit hava sett fleiri fólk at hjálpa til við samskiftinum millum tey avvarðandi og belgisku myndugleikarnar, sigur Anna Björkander, sum er samskiftisstjóri í svenska uttanríkisráðnum.

 

Einasti danski ríkisborgarin, sum hevur verið raktur av atsóknunum, er Sólfinn Hansen úr Klaksvík.

 

Lesið eisini:Sólfinn: Eg minnist einki frá álopinum

 

31 fólk doyðu av álopunum í Brússel. Belgiska løgreglan sigur, at 24 deyðsoffur úr níggju ymsum londum eru eyðmerkt.

 

Harafturat eru eini amerikonsk hjún, sum hava verið saknað síðani álopini. Í nátt skrivaðu amerikanski miðlar, at hjúnini, sum búðu í Belgia, er millum tey deyðu.

 

Tey høvdu, sambært Fox News, júst sett mammu konuna av í lufthavnini í Brúsell, tá bumburnar brustu. Mamman slapp óskalað. Tveir aðrir amerikanarar doyðu eisini í álopunum, hava amerikanskir embætismenn fyrr sagt.

 

Nú manglar at eyðmerkja tvey av ofrunum. Hini trý eru sjálvmorðsbumbumenninir sjálvir – tveir á flogvøllinum og ein í metroini.

 

Umleið 300 fólk fingu skaða í álopunum – teirra millum ein svensk kvinna, sum var við barn, sum framvegis er innløgd. Hon verður hildin í kunstigum koma av tí, at hon er so illa brend.

 

Millum hini deyðsoffrini eru eini hollensk systkin, ein kinverji, ein breti og ein úr Peru.