Hava enn vónina

Hóast teir orangju-littu hingu við høvdunum, tá dómarin hevði blást av á Skála, fekst eingin váttan fyri, at hetta var tað fyri teirra viðkomandi.
- sjálvandi verður tað trupult nú, men vit trúgva upp á møguleikan. Ein dystur er eftir enn, og tá teir kunnu vinna 3-0 her, kunnu vit væl gera tað sama í Klaksvík, segði Jónhard Fredriksen eftir dystin.
Men hann iðraði seg tó um, at teir høvdu givið klaksvíkingum somikið góð kort undan seinna dystinum.
- Teir fáa tvey kontra-mál mest sum alt fyri eitt, og so verða tað teir, sum seta dagsskránna. Serliga fyri steðgin trýsta vit nógv, men teir verja seg væl, og í øllum førum sleppa vit ikki nóg væl ígjøgnum verjuna hjá teimum. Og tað rinda vit so eisini prísin fyri í seinasta enda, helt Jónhard.