Hava enn nógv at læra

Drepandi effektivitetur í kontraspælinum frá Georgia køvdi allar føroyskar vónir um eitt bara sámuligt úrslit mikukvøldið. Meira enn nakað, so staðfesti stórtapið, at unga føroyska liðið enn hevur nógv at læra

Fótbóltur

Stórur partur av teimum 2.114 áskoðarunum á Svangaskarði sóu als ikki føroyska hæddarpunktið í dystinum móti Georgia. Klokkan var enn ikki farin um teir fyrstu fimm minuttirnar, áðrenn Føroyar høvdu fyrsta stóra møguleikan í dystinum. Rógvi Jacobsen var hægstur, tá hornaspark varð sent innfyri úr høgru, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum niður til Christian Høgni Jacobsen. Runavíkingurin meddaði til, men ólukkutíð fór bólturin sendandi væl omanfyri.
Georgia tóktist so avgjørt at tosa við fyrstu løtuna, og Christian Høgni kom aftur í góða støðu stutt eftir, tá hann sneiddi mann av á baklinjuni. Flata sendingin út frá var tó ikki nóg neyv, og so fekk mótstøðuverjan eisini ruddað tann vandan av vegnum.

Drepandi effektivir
Hendan løtan tóktist avgjørt benda tann vegin, at føroysku áskoðararnir væl kundu verða vitni til eitt heilt gott fótbóltskvøld, har »nýggja« føroyska landsliðið veruliga skuldi prógva sítt virði.
Samstundis, so lúrdi tann eystureuropeiski vandin tó støðugt í bakhøvdinum. Balkan-sjúkan hava vit onkra tíð rópt tað á hesum síðum, og tó at Georgia ikki heilt hoyrir heima á balkan, so hava tey í nógvar mátar somu fortreytir fyri fótbóltsspælinum.
Tað vil siga, at spælararnir eru vanir við hitastig, har tað er ógjørligt at trýsta í 90 minuttir, og at spælararnir tí velja at spæla spælið nakað øðrvísi. Og tað júst á ein slíkan hátt, sum so avgjørt ikki hóskar tí føroyska liðnum. Hetta tí brádliga temposkiftini altíð hava tað við at taka okkara spælarar á bóli.
Og tað var sum so júst eisini tað, sum hendi. Sami Christian Høgni, sum hótti so væl fyrstu løtuna, átti skeivu sendingina, sum setti gongd á fyrsta mótstøðumálið. Í teirri støðuni var uppbakningurin á føroyska miðvøllinum heldur ikki í lagi, og so var lag á manni hjá Mudjiri at draga tvær ferðir, áðrenn hann við dómadagsskoti sendi bóltin í meskarnar.
Og náðisleysa revsingin var tað, sum Føroyar fyrst og fremst kendu sviðan av. Trý av málinum vóru beinleiðis avleiðing av føroyskum mistøkum í uppspælinum, og so gekk tað við fullari ferð hinvegin. Tvær ferðir kiksaði annars væl kenda føroyska rangstøðufellan, og einsamallir við málverjanum vóru mótstøðumenninir ískaldir.

Lærutíðin er ikki av
»Vit eru við fyri at læra« var ævigi sannleikin, sum føroyska fótbóltslandsliðið livdi eftir fyrstu árini.
Tann lærutíðin hevði sum so eisini ætlaðu effektina. So hvørt, sum spælararnir fingu fleiri altjóða royndir, búnaðust teir eisini til stóru uppgávurnar, og tó at stigini aloftast hava restað, so hava góðu avrikini verið rættiliga nógv í tali.
Tað er kanska nærliggjandi at spyrja, hvørt lærutíðin byrjar av nýggjum, nú somikið stórar útskiftingar hava verið á liðnum. At skaðar samstundis hava sett tríggjar lyklaspælarar uttan fyri gjørdi sjálvandi ikki føroysku kortini betri, og tað kann so væl vera, at úrslitið hevði verið betri, um Jón Rói, Súni og Ingi vóru á liðnum. Hinvegin, so er lítil nytta í at hugsa um teir spælarar, sum ikki vóru tøkir. Og skulu vit hava avloysarar við royndum, so er bara ein máti at fáa hesar. Dystir skulu til, og tað er fyrst og fremst í dystum sum tí mikukvøldið, at lærupeningurin fæst til vega. Bæði soleiðis at mistøkini kunnu minimerast, og soleiðis at liðið í størri mun lærir at standa rætt. Nakað sum kundi forðað fyri onkrum av teimum kontra-álopum, sum endaðu í føroyska málinum.
Boðini frá landsliðsvenjaranum undan dystinum  og eftir dystin eisini frá liðskiparanum  eru tó greið. Gevið liðnum tíð at mennast. Og hóast hvørgin teirra tosar um »við fyri at læra«, so benda útsagnirnar avgjørt tann vegin.

Georgia er sterkt
Tað var tó ikki bara tað, at Føroyar ikki spældu sín besta dyst mikukvøldið. Georgia var í fleiri mátar nakað væl sterkari, enn flestu føroyingar høvdu roknað við.
Hóast truplu umstøðurnar á rennváta og bleyta vøllinum, so megnaðu mótstøðumenn okkara fleiri ferðir at flyta bóltin skjótt runt við fyrstu-ferðs sendingum. Og bæði sendingar og rennibanar í kontrafasuni vóru ein fragd at síggja, hóast tað sveið í føroyska fótbóltshjartanum.
Tí var málið kanska sett ov høgt, tá tað varð staðfest, at besti møguleiki okkara fyri stigum var júst hesin dysturin. Tað er neyvan nakar, sum roknar við teirri heilt stóru sensatiónini móti Italia og Fraklandi. Litava hevur áður víst, at teirra fótbóltur als ikki hóskar til føroyska landsliðið, so kanska er besta vónin í so máta Skotland. Teir hava eisini áður víst, at teir avgjørt eru til at tosa við hjá føroyska liðnum, og við dystinum í Glasgow mest sum beint handan hornið, skulu føroysku spælararnir kanska síggja júst tann dystin sum stóra møguleikan.
At talan so í fyrstu syftu er um dyst á útivølli, ger á ongan hátt uppgávuna lættari. Men hópatals ferðir hava vit sæð, at okkara menn er menn fyri at reisa seg, júst sum størstu lúsingarnir eru fingnir.
Kanska ikki við kravi um sigur, men um eitt avrik, sum enn einaferð kann prógva, at Føroyar ikki eru nøkur walk-over í altjóða fótbóltsspælinum.