Hava enn ikki funnið orsøkina til eldin í Bónus

– Vit arbeiða enn við at finna orsøkina til eldsbrunan, men er ikki komin á mál.

 

Tað segði Jón Klein Olsen, politikommiserur, tá in.fo hitti hann seinnapartin í dag.

 

Tað var klokkan trý korter til átta í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldi í Bónushandlinum í Hoyvík. Tað vísti seg, at eldur var í eini ruskbingju í fløskumóttøkuni og at eldur tí var í á goymsluni.

 

– Tað einasta, sum eg kann siga við vissu er, at eldurin er kyknaður á goymsluni, sum fløskumóttøkan er partur av, sigur Jón Klein Olsen, sum ikki vil í smálutir við kanningararbeiðinum.

 

Hann vil ikki viðmerkja leysasøgurnar um, at eldurin er ásettur og segði, at málið verður ikki loyst í dag, men at tey arbeiða víðari við tí í morgin.