Hava enn ikki funnið flýdda fangan

Løgregla og bjargingarfólk úr Havn og Kollafirði fara aftur í fjøllini at leita eftir flýdda fanganum í morgun. Tað var um 17 tíðina í gjár, at ein fangi flýddi úr arrestini í Mjørkadali. Maðurin, sum er føroyingur, hevur sitið í Danmark, men var komin til Føroya at royna at sita part av dóminum.

 

– Vit byrja klokkan sjey, tá politistar við hundum fara aftur at leita, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Rani Wardum.

 

Hann sigur, at tey í gjárkvøldið og út á náttina leitaðu við vegirnar ímóti Havnini og Kollafirði.

 

– Vit funnu eina slóð í fjøllunum oman fyri Kalbaksbotn, millum annað eina húgvu, men mistu slóðina aftur, sigur hann.

 

Tað hevur verið kalt og vátt og nógvur vindur í nátt, og tí kann maðurin vera illa fyri, um hann er í fjøllunum.

 

Vakthanandi sigur, at tey kunnu ikki siga, at maðurin ikki er vandamikil, tí hann er dømdur fyri vápnað rán í Danmark, har hann fekk hálvtsætta ára fongsul fyri at bróta inn hjá stóranum í Coloplast, sum er triðríkasti maður í Danmark. Hann noyddi mannin at flyta sær 2,5 milliónir krónur á sína egnu konto.

 

– Um fólk síggja mannin, so er at boða okkum frá, so vit kunnu handtaka hann, sigur vakthavandi.