Hava endurskapt virusið til sponskusjúku

Granskarar hava endurskapt virusið tíl ræðuligu sponskusjúku, sum kravdi 50 milliónir mannalív í 1918-19.

Granskararnir siga, at endamálið við at endurskapa virusið er at fáa eina mynd av vandanum fyri einari nýggjari heimsumfatandi sjúku.

 

Men aðrir granskarar halda amerikonsku royndina vera lívshættisliga og púra burturvið. Eitt nú heldur Robert Kohler, professari á Harward Medical School, at granskingin er eitt tekin um ábyrgdarloysi. Lord May, sum var ráðgevi hjá bretsku stjórnini, er enn meiri bersøgin. Við blaðið The Guardian sigur hann, at tað, sum teir amerikonksu granskararnir fáast við, er sjúkligt.

 

Mugu lýsa vandan

Teir amerikonksu granskararnir halda hinvegin uppá, at royndir teirra eru neyðugar fyri at fáa staðfest, hvussu lættliga sponskusjúkulíknandi virus kann fara at gera um seg í dag sum ein annan dag.

 

Granskararnir halda, at vandin fyri at verða msittaður av virusi, sum er í fugli, er lutfalsliga stórur, og at tað tí er alneyðugt við gransking, sum kann geva okkum eina betri fatan av vandanum. Upp á sikt er endamálið at menna betri heilivág í framtíðini.

 

Granskararnir siga, at tað virusið, sum teir hava ment, hevur 97 prosent av teimum eginleikunum, sum virusið til sponskusjúku hevði.