Fyrr var stórur sandur niðanfyri bygdina Haldórsvík. Eftir at havnarlagið varð gjørt við brimgarði fyri skjótt nógvum árum síðani, hvarv stórur partur av sandinum.
Alifyritøkan Marine Harvest, sum hevur alibrúk nær við bygdina, hevur nú bjóðað sær at gera eina roynd at endurskapa sandin.
Pumpaðir verða 4.000 m3 av sandi niðan í fjøruna, og so er at vóna, at hesin sandurin verður liggjandi. Tað er sandbáturin Tinganes, sum stendur fyri arbeiðinum. Sandurin verður tikin á grynnuni beint norðan fyri bygdina.