Hava eitt sjúkrahúsverk á høgum stigi

- Vit hava øgiliga væl útbúnin fólk í Føroyum. Tey hava útbúgvingar frá lærustovnum í Norðanlondum og kanska serliga í Danmark. Tey brúka danskar leiðreglur og sjúkrahúsini eru undir eftirliti av teinum donsku heilsumyndugleikunum. Harafturat eru vit eisini akkrediterað av dønum. So tað er alt, sum sigur, at vit hava eitt sjúkrahúsverk á einum høgum støði.


Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, forstjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum viðmerking til eina kanning, ið vísir at fjórði hvør føroyskur sjúklingur, ið verður sendur uttanlands til viðgerðar, ikki hevur álit á føroysku sjúkrahúsini. Samstundis vísir kanningin, at 98 prosent av føroyskum sjúklingum, ið verða sendir uttanlands til viðgerðar, hava álit á tey útlendsku sjúkrahúsini.


Tað er tað eingin orsøk til at ivast í føroysku sjúkrahúsunum, metir Jóanis Erik Køtlum, ið eisini vísur á, at tað er skeivt at hugsa um føroysk og útlendsk sjúkrahús sum hvør sínir stovnar.


- Í kanningini verður munur gjørdur millum tey føroysku sjúkrahúsini og tey útlendsku, men í veruleikanum er talan um, at tað føroyska sjúkrahúsverkið hevur lagt nakrar tænastur í Danmark, tí tað gevur ikki meining at hava alt her. Vit eru heilt einkult ov lítil til at uppihalda nakrar førleikar, sigur Jóanis Erik Køtlum.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jóanis Erik Køtlum í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesaferð viðgerð, um hvussu føroysku sjúkrahúsini eru samanborin við útlendsk sjúkrahús og samstarvið harímillum.